Fimleikaárið 2019-2020 endar
Góðu limir, foreldur og hjálparfólk.
Vit vilja hervið siga takk fyri tað farna fimleikaárið. Vit eru sera stolt av okkara íðkarum og venjarum, og serliga tað initiativ vit hava sæð í felagnum í ár. Okkara venjarar hava traðkað til nýggjar uppgávur, ið hevur kravt nógva tíð og planlegging, og hava teir loyst hettar fyrimyndarliga. Her hugsi eg serliga um, at vit hava luttikið í Fimleikafagnaðinum fyri fyrstuferð sum felag, og eru vit sera stolt av okkara endaliga avriki. Hettar boðar absolut frá øgiligum potentiali, og vilja vit sjálvandi royna at vera við aftur næstuferð Fimleikafagnaðurin verður.
Eisini hava nakrir venjarar sjálvir tikið initiativ til at gera eina nýggja endaseriu til okkara árligu fimleikaframsýning, sum útyvir tí vanligu venjingina, hava vant eyka fyri at náa teirra máli.
Av sonnum hevur hetta verið árið hjá venjarunum, ið hava víst okkum, at um teir sleppa og fáa stuðul, so kunnu vit sum felag vera við.
Endin á fimleikaárinum hjá venjarunum og alt tað harða arbeiðið hjá okkara íðkarum endaði heldur knappliga, tá Korona virus kom til Føroyar og broytti dagligdagin hjá okkum øllum. Vit eru sjálvandi hørm um, at vit ikki kunnu náa okkara árligu fimleikaframsýning, nú tá árið skuldi enda innanfyri 2 vikur. Men hettar hevur rakt okkum øll bæði ítróttarfeløg, virkir, einkult persónar, ja alt samfelagið sum heild, og eru vit fegin um, at Føroyar heilsuliga sær út til at hava tað gott enn.
Vit vilja takka øllum foreldrum og hjálparfólki, tí uttan tykkara hjálp hevði Fimleikafagnaðurin ikki borið til, og tað eru tit sum gera, at vit sum felag kunnu luttaka við meira aktivitetum og hava møguleika at mennast.
Til endans vilja vit takka okkara stuðlum, Norðoyar Sparikassi, J.F.K., Christian í Grótinum og Klaksvíkar sleipistøð (KSS), ið eru okkara stóru stuðlar og eru við til, at vit sum felag kunnu virka árið runt. Í ár eru vit eisini so heppin, at vit hava fingið nakrar stuðlar, ið hava hjálpt okkum fíggjarliga, soleiðis at vit kundu luttaka í Fimleikafagnaðinum 2020, og har vil eg takka H.J. Asfalt og Seafood.fo.
Vit gleða okkum til tað komandi árið og ætla okkum at mennast meira sum felag, og harvið luttaka í meira aktivitetum longu komandi ár.
Vegna Klaksvíkar Fimleikafelag
Jóhan E. Heimustovu, formaður




