Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Drive In Bio í Klaksvík tann 8.-9. mai

Klaksvíkar Fimleikarfelag

Av tí at fimleikaframsýningin varð avlýst í ár vegna korona, hava vit valt at hava eitt stuðulstiltak við Drive In Bio fyri Klaksvíkar Fimleikafelag.

Tað var sera óheppið, at tað ikki var møguligt at hava árligu fimleikaframsýningina, tí hon er ein av størstu inntøkunum hjá felagnum.

Tí hava vit valt, at skipað fyri Drive In Bio og vóna, at fólk vilja stuðla okkum við at keypa eitt atgongumerki og koma í Drive In Bio.

Vit hava eisini eina kiosk, har vit selja ymiskt lekkurt aftur við filminum.

Peningurin fer til raksturin av Klaksvíkar Fimleikafelag.

Tiltakið verður nú komandi vikuskifti tann 8.-9. mai.

Atgongumerkir og filmarnir verða skjótt lýstir á Facebooksíðuni hjá Klaksvíkar Fimleikafelag.

 

Vinarliga heilsan

nevndin í Klaksvíkar Fimleikafelag.