KRF hevði í gjár aðalfund, har nýggj nevnd var vald.
KRF ætlar eisini at skipa fyri Norðoyastevnuróðrinum, sum tað stendur upp til felagið.
KRF skrivar soleiðis:
Eftir aðalfundin í gjár hevur nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag skipað seg soleiðis:
Sonja Kjølbro, formaður
Per Venned, næstformaður
Elsa Maria í Beiti, kassameistari
Magnus Norðberg, skrivari
Jan Venned, nevndarlimur
Torfinn Viðoy, varalimur
Jóhan Mikkjalsson, varalimur
„KRF ætlar at skipa fyri Norðoyastevnuróðrinum á sama hátt sum undanfarin ár. Tó uttan áskoðarar, heiðursmerkjahandan o.a, tí tilmæli loyvir ikki, at fleiri enn 50 fólk savnast.
Men KRF er bert eitt av fleiri kappróðrarfeløgum í Føroyum. Leygardagin 9. maj avgera øll kappróðrarfeløgini (saman við RSF), hvussu kappróðurin í 2020 verður skipaður.“



