Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flogskiparafelag Føroya hevur hildið eyka-aðalfund

Nevndin í Flogskiparafelag Føroya.

Í kjalarvørrinum av kungjørdu hópuppsagnunum frá Atlansflogi fyrr í vikuni, valdi nevndin í Flogskiparafelag Føroya at kalla limirnar inn til eyka-aðalfund. Fundurin var hildin í gjárkvøldi, 15. mai, og millum annað vóru vánaligu útlitini í tjóðarfelagnum umrødd. Eisini var nýggj trýmanna nevnd var vald, og hon er nú mannað soleiðis: Hans Christian Petersen (afturvaldur), Johan í Niðristovu (nývaldur) og Rúni Højgaard (nývaldur). Inn sum tiltakslimir komu Thomas Bo Petersen (nývaldur) og Jógvan Eli á Høvdanum (afturvaldur).

Nýggja nevndin ásannar, at komandi tíðin verður sera avbjóðandi fyri flogvinnuna sum heild, og nógvir av limunum í Flogskiparafelag Føroya kunnu vænta eina uppsøgn áðren 31. Mai. Ein av uppgávunum komandi dagarnar verður soleiðis fyrst og fremst at koma í eitt konstruktivt samskifti við Atlantic Airways, við tí fyri eyga at varveita so nógv størv sum gjørligt, og samstundis tryggja, at galdandi ásetingar í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya verða virdar í uppsagnartilgongdini. Nevndin hevur skipa seg soleiðis:

·       Rúni Højgaard, formaður

·       Hans Christian Petersen, næstformaður

·       Johan í Niðristovu, nevndarlimur

·       Thomas Bo Petersen, kassameistari.

 

 

Nevndin í Flogskiparafelag Føroya.