Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jørgen valt kampanjuleiðaran hjá Fólkaflokkinum í Búskaparráðið

Jóhann Lützen

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur er nýggjur limur í Búskaparráðnum.

Heri á Rógvi avloysir Djóna Højgaard, sum er farin úr ráðnum, tí hann er farin at arbeiða í Fíggjarmálaráðnum.

Til løgtingsvalið arbeiddi Heri á Rógvi sum kampanjuleiðari hjá Fólkaflokkinum.

Fróðskaparsetrið innstillar fólk í Búskaparráðið. Sama innstilling varð brúkt nú, sum tá Djóni Højgaard varð valdur.

Heri á Rógvi er við í teirri innstillingini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur fólk í Búskaparráðið.

Í tíðindaskrivinum stendur eisini, at Búskaparráðið skipar seg sjálvt og verður tað ein av fyrstu døgunum.