Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kappróður á Norðoyastevnu

Tíðindaskriv

Ársins fyrsti FM-róður verður hildin á Norðoyastevnu leygardagin 6. juni. Róðurin verður hildin sum undanfarin ár – tó við einari broyting.

Í samráð við landsins myndugleikar og við Klaksvíkar Kommunu, mæla vit fólki til at brúka ymisk pláss kring vágna sum áskoðararpláss – í Klaksvík eru fleiri pláss við frálíkum útsýni yvir alt kappróðarøkið. Vit mæla til, at áskoðarar spjaða seg á hesi pláss, og ikki savnast í bólkum. Vit fara ikki at taka áskoðaragjald. Eisini ber til at hyggja eftir róðrinum í KVF.

Men hetta merkir eisini, at Klaksvíkar Róðrafelag fær ongar áskoðararinntøkur í ár. Tí heita vit vinaliga á øll, sum ætla at hyggja eftir Norðoyastevnuróðrinum, um at stuðla felagnum á www.atgongumerki.fo ella við vanligari flyting á stuðulskontu 9865 1029961.

Stuðulin fer beinleiðis til tær útreiðslur, sum eru av róðrinum (okkara einasti heimadystur).

Við ynski um ein góðan og spennandi kappróðrardag á Norðoyastevnu 2020.

Klaksvíkar Róðrarfelag