Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

30 mió.kr settar í føroyska sjónvarpsrøð

Tina í Dali Wagner

Sjónvarpsrøðin TROM kann gerast størsta føroyska filmsframleiðslan og sølufremjandi átak nakrantíð – fyri søguliga lítla upphædd. Nú er neyðugt, at løgtingið játtar 4 mió.kr til sjónvarpsrøðina. Hetta eru pengar, sum útlendskir íleggjarar fara at bera aftur fýrfaldað.

Útlendskir íleggjarar síggja nevniliga stórar møguleikar í TROM, sum byggir á skaldsøgu eftir Jógvan Isaksen, og sum handritahøvundurin Torfinnur Jákupsson hevur skrivað til sjónvarpsrøð. Útlendingar hava longu sett 30 mió.kr í sjónvarpsrøðina. Samlaða fíggjarætlanin er 37 mió.kr.

Íleggjararnir hava eisini longu boðað frá, at fyrstu partarnir í sjónvarpsrøðini eru so lovandi, at teir hava sýnt áhuga fyri at seta pening í, at fleiri partar verða gjørdir í røðini.

TROM flytir fólkakæru søgurnar hjá føroyska skaldsøguhøvundanum, Jógvani Isaksen, inn í eina spennandi sjónvarpsrøð í seks pørtum. Karmurin rundan um spenningssøguna er vakra og stórbæra føroyska náttúran.

Hetta kann gerast størsti sýnisgluggin hjá Føroyum nakrantíð. 

Eftir ætlan skal sjónvarpsrøðin takast upp í Føroyum. Hetta fer at geva 16 mió.kr í beinleiðis inntøku til føroyska landskassan.

Til tess at hetta skal eydnast, er umráðandi, at løgtingið játtar 4 mió.kr til sjónvarpsrøðina, sum eggjar framleiðaranum til at taka sjónvarpsrøðina upp í Føroyum. Íløgan kemur innaftur fýrfaldað.

Við játtanini fylgir eitt krav um, at 16 mió.kr verða nýttar í Føroyum. Útreiðslurnar verða skjalprógvaðar og fara til føroyska arbeiðsmegi, gistingarhús, flogferðir og aðrar tænastur, sum geva sítt týðandi íkast til føroyska vinnu og á tann hátt føroyska landskassan.

Umframt at fáa peningin fýrfaldað innaftur verður ein føroysk spenningsrøð søgd í føroysku náttúruni – send til hyggjarar úti í heimi. Hetta skapar arbeiðspláss til filmsfólk, sjónleikarar og nógvar fyritøkur í tænastuvinnuni.

Filmshúsið mælir til, at løgtingið játtar 4 mió.kr til afturberingarskipanina, sum er gjørd til endamálið. Hetta er neyðugt til tess, at sjónvarpsrøðin verður gjørd og filmað í Føroyum. Annars noyðist framleiðslan at fara fram í einum landi, har peningur verður játtaður til framleiðsluna.

Sjónvarpsrøðin TROM verður gjørd. Men nú er neyðugt at taka avgerð um, hvørt framleiðslan verður í Føroyum ella í øðrum landi – til gagns fyri filmsfólk, gistingarhús og tænastuvinnuna.