Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Síðsta hond løgd á Klaksvíksskákið

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í hesi løtu verður síðsta hond løgd á strekkið av “Klaksvíksskákið”, sum verður íbundið Víkavegin.

Í dag eru men hjá HJ-Asfalt á staðnum og leggja síðsta avrættingarlagið út, áðrenn tað í morgin verður asfalterað.

Eftir niðaru síðu á hesum strekki verður gongubreyt gjørd. Av tí at vegristirnar eru í niðaru síðu, kann kanturin á gongubreytini tí lofta vatninum. Tí skilagott og neyðugt at gera gongubreyt her.

Leiðingar er lagdar til ljós í ovara borð, so tað er næsta stig at fáa ljós og mastrar upp at standa.

Tað er at fegnast um, at hesin vegurin nú verður liðugur og kemur at lætta nógv um ferðsluna, bæði hjá gangandi og koyrandi – hetta sum ein skilagóður tvørgangandi vegur at fleiri vegum: Undir Hálsi, Mylnugøtu, Træðargøtu, á Brekku, oman Reyðhús og Víkavegur.