Nú er fyrsta stoypingin skjótt klár við botnin av nýggja mentanarhúsinum – stoypt verður í morgin.
Í hesi løtu er ovari helmingurin av steinsetingini gjørd í lidna hædd, sum liggur í kotu ÷ 80 cm – Liðugt gólv verður í kotu 40 cm
Men teir skulu longur niður. Liðug planering undir skaktini til lyftuna skal eini 90 cm longur niður enn verandi planering – ella niður á um kotu ÷ 1,70 m
Lyftan gongur frá kjallaranum og heilt upp á loftið umvegis miðhæddina. Lyftan verður sett heilt uppat verandi posthúsi og so annars inn í nýbyggingin norðanfyri.
Málið fyri byggingini er annars, at stóra bornplátan undir nýbygninginum skal vera liðug fyri summarsteðgin, sum byrjar seinnu helvt av juli.
So við hesi fyrstu stoyping av lyftubotninum, er ein umráðandi grundarsteinur lagdur – nýggja mentanarhúsinum at frama.
Summarhálvan er sjálvandi best til hetta arbeiðið undir jørð, og hevur tað gingið heilt væl. Eisini tí, at tað ikki fløðir inn í avgravingina, men bert eitt sløð av vatni undan Klaksvíksvegnum og nakað frá Vágsánni rennur inn.
Í byrjanini eru tað eina mest fólk frá Kanjon, sum eru á byggiplássinum.






























