Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skiparar tikið prógv á Sjónámi

Sjónám

Samstundis sum skipsatstøðararnir fingu eisini 10 skiparar prógv á Sjónámi í gjár, hósdagin 25.juni.

Javnir við besta úrsliti vóru Jóannes Egholm, ið fekk manchetknappar frá Runavíkar Kommunu og Sjúrður Steinberg, ið fekk grindaknív frá Skipara og Navigatørfelagnum.

Á øðrum plássi var Andrias Steinberg ið fekk eitt ur frá Vela-watch, latið av Dávuri Nielsen.

Ídnisvirðisløn var ein e-bók latin av BankNordik til Andrias Steinberg.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, helt røðu umframt at bæði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, handaðu virðislønir og søgdu nøkur orð.

Eisini spældi Hanus G Johansen nakrar sangir eftir Pól F.