1. juli fer endurnýtslan hjá kommununi at leingja upplatingartíðina leygardag. Framyvir verður opið frá kl. 13.00 ístaðin fyri kl. 15.00, sum tað er nú.
Fyri kortum varð endurnýtslan flutt í nýggja umhvørvið á Grønhøvda, har umstøðurnar eru góðar at sleppa av við rusk. Hetta ger tað eisini møguligt at leingja upplatingartíðirnar, og soleiðis fáa borgararnir í kommununi eina betri tænastu.
– Eg eri sera fegin um, at vit kunnu økja um upplatingatíðirnar hjá endurnýtsluni. Okkara fólk á endurnýtsluni gera eitt sera stórt og gott arbeiði, men tørvurin á at hava longur opið leygardag hevur verið vaksandi. Tí vilja vit geva borgarunum eina enn betri tænastu, við at lata økið upp longu kl. 13.00, sigur Óli M. Lassen, formaður í Teknisku nevnd.



