Nevið Reyða hevur verið einaráðandi í 8-mannafarsróðrinum í ár, og hevur tí longu ognað sær FM-heiðurin 2020
Unga manningin á Nevinum er Jógvan Steingrímur Højgaard, Brandur Kjølbro, Jón Á Sjómansheiminum, Jón Josephsen, Benjamin E. Sigurðsson, Fríðjohn Elttør, Martin Joensen og Hermann Samuelsen. Róðurskvinna er Ella Jógvansdóttir.
Suppa og annað gott verður í neystinum í kvøld, tá ið vit koma norður. Helst verður hetta seinastu ferð, at opið neyst verður á Biskupstøð, tí eftir øllum sólarmerkjum flyta vit í eitt nýtt neyst komandi kappróðrarár.
Kom oman í neystið og fagna øllum manningunum hjá KRF: Nevinum, Sævarmoy, Fípuni og Teklu.
Øll eru vælkomin.


