Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna bar skjótt at

Jóhann Lützen

Eftir at borgarar høvdu gjørt vart við vandar á Skúlavegi, har timbursperrur hava ligið við mongum seymum stingandi uppúr, og vit á Norðlýsinum vístu á tað her í blaðnum, kom røringur í, og longu nú sæst, at Kommunan hevur tikið ábyrgd og hevur byrgt vandarnar inni. Hetta er at fegnast um.

Tað er ikki vandaleyst at lata timbur við seymum í liggja í nánd av, har børn spæla, og tað hava stúrin foreldur eisini gjørt vart við. Sum sæst á myndini er økið nú hegnað inni, soleiðis at børn ikki koma illa fyri av tí. Hetta er ein góð loysn, inntil arbeiðið er liðugt, og eitt hóskandi pláss er funnið til skateboard-banan og arbeiðið við timbrinum er liðugt.

Fyri ”ein ordans skuld” skal gerast vart við, at Norðlýsinum kunnugt er onki barn ella nakar annar komin til skaða av byggitilfarinum á Skúlavegi.

So hiðani skal ljóða ein tøkk til Klaksvíkar Kommunu og rós fyri at hava borið skjótt at og tikið ábyrgd, áðrenn nakað óhapp hendi.