Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Runavíkar Havn mitt í verðini

Jóhann Lützen

Tað er av álvara byrjað at merkjast positivt fyri Runavíkar Havn, at hon millum annað, men ikki einans, við nýggju samferðsluútbyggingunum er vorðin eitt satt knútapunkt í Føroyum. Roknskapurin vísir ein nettovinning uppá knappar 11 milliónir, ið er met, og framtíðarútlitini síggja uppaftur betri út.

Á heimasíðuni portofrunavik.com, Port of Runavík, stendur at lesa, at. ”Nú roknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2019 er grannskoðaður og góðkendur á almennum býráðsfundi, kenna vit eisini til fulnar, hvussu roknskapurin fyri Runavíkar havn sær út fyri hetta sama ár – 2019. Staðfestast kann, at 2019 var metárið nakrantíð hjá Runavíkar havn, við einum umsetningi á góðar 21 mió. kr. og einum nettovinningi á slakar 11 milliónir krónur.”

Tikið verður eisini samanum seinasta tíggjuáraskeiðið 2010-19, har umsetingurin hevur verið 141,1 mió., útreiðslurnar 83,9 mió. og nettovinningurin harvið 57,2 mió.

Tað eru ikki bara samferðsluútbyggingarnar, sum eru orsøk til hetta, men eisini kommunusamanleggingarnar, og serliga er tað harða kjarnin í núverandi Runavíkar Kommunu, ið tekna seg fyri yvirskotinum. Runavík, Glyvrar og Søldarfjørður standa fyri størsta partinum av vinninginum í 2019, meðan tað er eitt sindur ymiskt undanfarin ár.

Landstreymur og linjutrafikkur

Á heimasíðuni hjá Runavíkar Havn stendur eisini, at 2020 er árið, har veruligur linjutrafikkur byrjar aftur, og her verður sipað til sáttmálan millum Samskip, Runavíkar Kommunu og Runavíkar Havn. Í løtuni verður arbeitt við at umvæla hølini, sum Samskip skal húsast í, eins og elektrisitet verður lagt inn til køli- og frystibingjurnar.

Tað er ongin loyna úti í almenninginum, at Runavíkar Kommuna (eins og Klaksvíkar Kommuna) hevur verið eitt sindur uppá kant við felagið Heimafrið, og í tíðindaskrivinum frá Runavíkar Kommunu stendur nakað, sum munnu vera gleðiboð fyri felagið, nevniliga at gjørt verður klárt at veita skipunum í Runavíkar Havn landstreym.

Havnarlagið í vøkstri

Fyrr í ár undirritaðu P/F Eystur- og Sandoyartunlar sáttmála um 300.000 m³ av gróti úr Sandoyartunlinum, og hetta kemur umframt tey 58% av grótinum úr Eysturoyartunlinum, ið frammanundan er brúkt til havnarløgini í Saltangará og í Søldarfirði. Ætlanin er at brúka hesar 300.000 m³ av gróti úr Sandoyartunlinum til at víðka havnarlagið inn ímóti bátahylinum á Glyvrum, og harvið fæst eitt sera langt og stórt kaiøki við Skálafjørðin, ið frá náttúrunnar hond er góð havn.

Í sambandi við hetta skrivar borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, at hetta verður gjørt fyri at kunna ganga ynskjunum um at virka út frá Runavíkar Havn, á møti, og nevnir í hesum sambandi eisini, at áhugin ikki bert kemur frá Samskip, men at har eisini eru aðrir áhugaðir partar.

Í øllum førum verður Runavíkar Havn nú væl størri í vavi, og alt bendir á, at hennara umsetningur og helst eisini yvirskot somuleiðis stendur í vøkstri.

 

 

Kelda:

https://portofrunavik.com/rh-slakar-11-millionir-i-nettovinningi-i-2019/