Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú hoyrdi eg fjøllini tala

Óli Reinert Á Geilini

Ritan siglir full av fólki  til Fugloyar og Svínoyar at kalla hvønn dag, og fólk standa eftir á keiini og sleppa ikki við, tí skipið er fullsett

Hóast tað, so verður eykatúrur ikki sigldur. Tað hevur annars verið siðvenja, tá fólk ikki eru sloppin við vegna plásstrot, at siglt ein eykatúr eftir teimum, ið ikki skuppu við. Sum skilst, so hevur leiðslan á Strandfaraskipum Landsins givið skiparanum boð um hetta.

Avleiðingin av hesum er, at Fugloyggin og Svínoyggin verða við skerdan lut. Var nakar stirðil í politikarunum, so blandaðu teir seg upp í hetta málið, so Ritan slapp at gera eykatúr, tá tørvur var á tí. Mong føgur orð eru søgd um útoyggjarnar av politikarum, men handling er eingin aftan fyri orðini.