Eitt veikt lágtrýst stýrir veðrinum í Føroyum í dag. Tað er statt beint sunnan fyri Ísland.
Luftin kemur til okkara úr Kanada. Har yviri er lýtt og turt, men luftin tekur nógva vætu í seg upp úr havinum á vegnum til okkara.
So meðan dystur er á Mýruhjalla á Skála í ímillum Skála og KÍ klokkan 15, fer tað vera 5 til 10 m/s úr útsynningi-suðuri, hetta er diagonalt eftir vøllinum. Turt, skýggjað og møguligar nakrir sólglottar.
Hitin fer at liggja um 10 stig.
Góðan dyst, og koyr á KÍ


