Við nýggjari staðseting og í nærumhvørvinum við skúla og frítíðarskúla, er rampan aftur komin til sín rætt. Seinastu tíðin hevur Rebus staðið fyri at umvælt rampuna, og í dag kundi ungdómar aftur taka hana í nýtslu.
Rampan hevur staðið niðanfyri Svmijihøllina, men nú stórar útbyggingar eru í økinum, hevur verið neyðugt at flutt hana, og í samstundis eisini at gjørt eina høvuðsumvæling av henni. Í hesum sambandi bleiv samstundis valt at staðseta hana við skúlan og frítíðarskúlan, sum er eitt øki, ið leggur upp til spæl, og har bilar ikki hava loyvi at koma inn á økið.



