Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Fyrsti skúladagur í nýggja skúlanum á Skúlatrøð

Oliver Joensen

Norðlýsið var í skúla í morgun, tá fyrstu næmingarnir møttu upp í nýggja snotuliga skúlanum á Skúlatrøð klokkan níggju í morgun.

Skúlastjórin, Vagn Foldbo tók ímóti børnunum og saman við lærarum á skúlanum vísti hann børnunum runt, soleiðis at tey komu í umhvørvið, tey nú skulu búleikast í fleiri ár fram.

2020 verður helst eitt ár, sum næmingar við Skúlan á Skúlatrøð fara at minnast fyri lívið, tí hetta er árið, har tey endiliga fingu ein nýggjan skúla, men eisini er hetta árið tá korona sjúkan herjaði á fyrsta sinni.

Norðlýsið ynskir næmingum og lærarum tillukku við nýggju umstøðunum.