Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eingin í Slovan Bratislava-hópinum sleppur úr sóttarhaldinum

Jákup Ósá

Slovan Bratislava kann gloyma alt um, at teirra leikarar skulu fáa aðrar treytir fyri sóttarhaldi enn onnur fólk í Føroyum.

Slovan Bratislava legði upp til á síni heimasíðu í dag, at arbeitt verður við at fáa leikarar úr sóttarhaldi til dystin fríggjakvøldið. Men fútin og formaðurin í farsóttarnevndini, Michael Boolsen, segði við KVF í kvøld, at eingin í hópinum sleppur úr sóttarhaldinum, tí somu reglur eru galdandi fyri hendan hópin sum øll onnur í Føroyum.

 

Sostatt verður tað eingin av hesum 18 leikarunum, ið verður við fríggjadagin kl. 17.00, tá dysturin er settur at byrja. Slovan Bratislava kemur við nýggjum hópi til Føroyar í morgin.