Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ein heilsan frá Áhugabólkinum í Norðoyggjum

Oliver Joensen

Seingjardeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur fingið ein serligan stól í gávu frá Áhugabólkinum fyri eldri í Norðoyggjum.

Hesin áhugabólkur hevur nógv ár á baki. Tey høvdu sítt fyrsta tiltak á Norðoyastevnu í 1949! Tó vóru fyrireikingarnar til tiltakið byrjaðar árið frammanundan. Tá bleiv basarur hildin, til frama fyri einum ellisheimi, sum skuldi byggjast á trøðni hjá Jóannes á Heygnum í Klaksvík. Ellisheimið skuldi vera fyri allar Norðoyggjar, men staðsett í Klaksvík, tí her var sjúkrahúsið. Hendan innsamling bleiv tó ikki nýtt til at byggja fyri tá. Býráðsnevndir komu og fóru og málið dróg út. Ellis- og røktarheim blivu bygd aðrastaðni í býnum. Í 1997 stóð peningurin enn á bók og kom seinni at vera ein partur av Sambýlinum á Heygnum og eldraíbúðunum undir Kráarbrekku. Peningurin frá m.a. basarinum í 1949, livir og lívgar um á eldraøkinum her norðuri enn í dag. M.a. hava hølini hjá Ven og Virka fingið lut í hesum pengum og nú eisini seingjardeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum skipar fyri fleiri tiltøkum. Eitt nú hugnaløtu við drekkamunni um páskirnar og til jóla eitt størri tiltak við góðari málttíð og har eisini drigið verður um lutaseðlar. Stórar kurvar við leskiligum góðgæti og frukt vóru latin út til heimini á páskum og eisini til tey heimleysu.

Taka ímótí puntum úr øllum Føroyum

Áhugabólkurin hevur í fleiri ár tikið ímóti bundnum puntum, sum so verða seymaðir saman til teppi og givið til hjálpararbeiði. Áhugabólkurin tekur framvegis ímói puntum og til ber at venda sær til onkran í nevndini ella til Ven og Virka, um tú hevur puntar at lata til hjálpararbeiði. Áhugabólkurin sendi 21 teppi við Absalon nú hann fór avstað til Rumenien.

Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum

Harleyfacadeacryl