Seinnapartin fór trolarin hjá JFK úr Týsklandi.
Skipið skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, umframt tosk í Barentshavinum. Skiparar vera Ásmund Olsen og Rólvur í Norðnástovu. 50 mans koma at hoyra til Sjúrðarberg, skrivaði Norðlýsið fyrr í summar.
Sjúrðarberg væntast á Klaksvík týsdagin.



