Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri smittutilburðir umborð á russiskum trolara

Heilsumálaráðið

Fleiri nýggir smittutilburðir eru staðfestir umborð á russkiskum trolara, sum í gjár kom á Kollafjørð. Talan er um russiska trolaran, Yantarnyy, sum eisini lá við bryggju í Klaksvík í juli.

Áðrenn skipið legði at bryggju, vórðu føroysku myndugleikarnir kunnaðir um, at tveir av manningini høvdu sjúkutekin. Allir persónar umborð vórðu tí kannaðir.

Millum tær 77 kanningarnar, sum vórðu gjørdar, vórðu 28 tilburðir staðfestir.

Manningin hevur tí fingið forboð fyri at fara í land.

Teir tveir persónarnir, sum høvdu sjúkutekin, eru nú innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya.

Kreppuráðið kemur saman í dag at viðgera málið.