Leikararnir eru farnir hvør til sítt.
Farið verður avstað í morgin ístaðin, um UEFA kemur við boðum um, at dystur verður mikukvøldið.
Flogvøllurin í Bern er so mikið lítil, at Atlantsflog ikki kann flúgva við so stuttum skotbrái. Tí hevur KÍ gjørt avtalu við norskt flogfelag um at flúgva KÍ-hópin til Bern í Sveis, um tað kemur har til. Tað merkir, at frá tí at KÍ fær boð um at skula til Bern, so ganga 6-7 tímar til flogfarið í fyrsta lagi kann fara avstað úr Vága Floghavn. Tað sigur Hilmar Danielsen, starvsnevndarlimur í KÍ, við Norðlýsið.
Tískil hevur KÍ longu avlýst at fara avstað í dag, tí við at fara nú ella seinni, so kemur hópurin ikki fram fyrr enn í nátt. Tað verður mett óheppið fyri fyrireikingarnar við svøvnrytmu o.ø.
Tískil eru tey í KÍ-hópinum farin hvør til sítt. Fær KÍ boð um at spæla mikukvøldið, so verður farið avstað í morgin, dagin fyri dyst. Hitin í Bern liggur hesa vikuna upp í 24-25 hitastig. Undanfarnu ár er KÍ-hópurin altíð farin í minsta lagi fýra dagar áðrenn dystarbyrjan. M.a. fyri at venja seg við hitan, tá spælt hevur verið í heitum londum.
Enn er einki at frætta frá UEFA um nakra avgerð, og tí veit eingin við vissu, um KÍ skal til Sveis ella ikki.


