Fyrr í ár útskrivaði felagið búmerkjakapping og inn komu 13 uppskot. Ein samd nevnd valdi uppskotið hjá hollendsku Claire Oude Aarninkhof.
Grundgevingin fyri valinum er, at vinnandi uppskotið á ein áhugaverdan og hugfangandi hátt lýsir áttabeinta hestin Sleipnir. Búmerkið er eyðkent og týðiliga sniðgivið. Úttrykkið er einfalt við linju og rørslu og peikar bæði aftur í tíð og fram í tíð. Búmerkið er sera prentvinarligt.
Nevndin takkar fyri nógvu og góðu uppskotini.



