Fyrrverandi miðvallarleikarin hjá KÍ spælir í løtuni í bestu deildini í Serbia.
Hann fylgir væl við gongdini hjá KÍ og stendur tað upp til hansara, so spælir hann við KÍ í 2021.
34 ára gamli miðvallarleikarin spældi yvir 100 fyri KÍ yvir trý og eitt hálvt ár. Tá hann kom í 2016, gjørdist tekniskt gávaði miðvallarin úr Serbia skjótt ein lyklaleikari fyri liðið, sum tá árið vann steypakappingina fyri fyrstu ferð í 17 ár. Hann hevur seinastu trý árini fram til 2019 spælt allar 12 Europa League-dystirnar fyri KÍ. Eftir eitt hálvt ár burtur úr Klaksvík kom Semir Hadzibulic aftur í juni í fjør. Hann hjálpti KÍ at koma víðari tvær ferðir í Europa League (at skriva søgu), og við at vinna fyrsta FM fyri fyrstu ferð í 20 ár – millum annað við máli í FM-finaluni í Gundadali.
Nú spælir hann fyri Novi Pazar í býnum, ið Semir er frá. Felagið spælir í bestu deildini í Serbia, og síðani kappingin byrjaði 1. august hevur Semir spælt í trimum dystum. Ein av teimum var ímóti mæta Partizan úr Beograd, ið Nozi Pazar basti 3-2. Fyrrverandi KÍ-leikarin legði upp til eitt mál og varð kosin til dagsins leikara. Semir Hadzibulic sigur, at hann hevur havt eitt sindur av samband við KÍ fyrr í ár og at hann ætlar at koma aftur til Føroyar komandi ár.
– Ynski sjálvandi er koma aftur til KÍ. So vit fáa at síggja í januar, hvørjum felagi tað verður í, sigur hann.


