Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er føroyameistari í kvinnudeildini

Jákup Ósá

KÍ vann og hevu fult stigatal eftir 14 umfør, meðan NSÍ spældi javnleik.

KÍ vann 5-0 á útivølli móti B36 fyrr í dag. Tað merkti, at KÍ vann føroyameistaraheitið í bestu kvinnudeildini longu í dag, um NSÍ ikki vann móti ÍVB á heimavølli. Tann dysturin endaði 2-2. Sostatt er KÍ føroyameistari, hóast KÍ hevur seks dystir eftir. 

Málini hjá KÍ í dag skoraðu Tóra Mohr, Sanna Jacobsen, Evy á Lakjuni, Hervør Olsen og Durita Hummeland.