KÍ spælir venjingardyst í Klaksvík í kvøld.
KÍ hevur nógvar A og U21-landsliðsleikarar(8) í løtuni, men teir sum ikki eru á landsliðnum hava sína vanliga dagligdag í KÍ. Í kvøld fær KÍ vitjan av ÍF í venjingardysti. ÍF hevur sum eitt av tveimum liðum í Betri Deildini ongan landsliðsleikara á A- ella U21-landsliðnum.
Á KÍ-liðnum í kvøld er møguleiki fyri, at teir nýggju útlendingarnir – Lukasz Jarosinski, David Skrbec og Abubakar Ibrahim Aliyu – fáa sín fyrsta ‘’dyst’’ fyri KÍ.
Dysturin byrjar kl. 17.30.



