Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík vann í Kollafirði

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í meir enn eitt ár vann Team Klaksvík ein dyst.

Team Klaksvík vitjaði KÍF í kvøld og Team Klaksvík vann heldur óvæntað ein greiðan sigur á 22-16 eftir eina leiðslu á 10-8 í hálvleikinum.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Valentino Valentakovic (5), Kjartan á Gravarbø (4), Jens Pauli Mohr (4), Sámal á Tjaldrafløtti (3), Beinir Johannesen (3), Vilhelm Vilhelmsen (2) og Dánjal Kjærbo.