Hevur longu fingið góð ummæli
Janus Wiberg, sum danir nevna “Et spritnyt færøsk talent på den danske musikscene”, men sum vit føroyingar longu kenna frá serliga tí, sum er rópt óalmenni føroyski tjóðsangurin, “Mítt vakra Føroya land” frá 2017, er farin í samstarv við m.a. Søren Balsner úr Carpark North. Teirra “Når Lyset Rammer Dig” er synth pop við einum ferili av 80’ara-ljóði. Við sær hava teir gávaða føroyska Marius Ziska, sum flestallir føroyingar eisini munnu kenna, og tilsamans siga teir seg vera “et sejt nordisk trekløver”. Tann 3. september var undanútgávukonsert á Hotel Coco, ið fekk framúrskarandi ummæli, og nú fríggjadagin tann 18. september kemur útgávan so á marknaðin.


