Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Vóru á fjalli í Barmi í dag

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Norðlýsið var á Norðoyri, tá gongan kom í rætt.

Levi Joensen er bóndi í Barmi og har hevur siðvenja verið síðstu árini at fara tíðliga á fjall. Hann sigur, at orsøkin fyri, at farið verður so tíðliga á fjall er, at ærnar vera betri fyri, tá tær sleppa av við lombini tíðliga. Tað hevur týdning, tá seyðurin gongur úti alt árið, sum hann ger í Barmi. Og so fær man eisini betri kjøt við at fara tíðliga á fjall, leggur hann afturat. 

 

Um heystið verður øll gongan í Barmi rikin í rættina á Norðoyri. Niðanfyri er myndarøð frá síðsta teininum áðrenn seyðurin kom í rætt í góðveðrinum í dag.