Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nólsoyar Páls húsið komið væl áleiðis

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í vikuskiftinum møtti eitt væl mannað lið at fáa lagt seinasta partin av flagnum á langlonina inn móti túninum á Nólsoyar Páls húsinum  – eisini kallað Biskupstøðgarðinum.

Hetta er drúgvt og tungt arbeiði, men tá ið nógvar hendur hjálpa til, so líður undan.

Tað var í tøkum tíma at fáa gjørt hetta arbeiðið, so gróður nær at koma í tekjuna fyri veturin.

Jú, nú sær húsið rættiliga prýðiligt út, og nú eru ”bert” snøklar eftir at fáa gjørt inni, so húsið rættiliga kann verða tikið í nýtslu.

Spennandi verður!