Tað eru nógvir pengar til KÍ í ársins Europakappingum.
Føroyameistaraheitið er í fyrsta umfari vert 5,9 milliónir. Men so koma pengar afturat, um man kemur víðari. KÍ kom víðari á pappírinum móti Slovan Bratislava og so aftur móti Dinamo Tbilisi. Tað hevur givið KÍ 11,1 millión higartil í ár.
Vinnur KÍ seg í bólkaspælið, so fær felagið eina upphædd á 22 milliónir. Harafturat koma sjónvarpsrættindi. Fyri hvønn sigur í bólkaspælinum fær eitt felag 4,3 milliónir og fyri ein javnleik fær eitt felag 1,4 millión.


