Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alment bókasavn á Skála

runavik.fo

Leingi hevur ynski verið um at fáa bókasavn á Skála, og tað er gleðiligt at hetta endiliga er komið í lag. Í eina royndartíð fer bókasavnið at hava opið mánadagar kl. 17-19 – hetta kann so fara at broytast, alt eftir ynskjunum hjá borgarunum. Skúlabókasavnið í Skála skúla verður karmur um tað almenna bókasavnið tá ið tað er opið

Bókasavnið á Skála og Bókasavnið við Løkin eru í tøttum samstarvi undir Runavíkar kommunu, og tey koma at virka sum framhald hvør av øðrum, við møguleika fyri útlán av tilfari, tiltøkum og øðrum tænastum.

Spennandi verður at vita hvussu hetta verður móttikið – og vónandi verður nýggja bókasavnstilboðið á Skála til gagns fyri mong.