Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimafriður vil hjálpa valevnum!

Trina Elttør Eysturoy, forkvinna

Loys ein umhvørvis- og samfelagstrupulleiki í einum.

Nú kommunvalið nærkast heitir Heimafriður á allar listar, flokkar og einstak valevni, sum hava áhuga fyri umhvørvinum og ynskja at loysa trupulleikan við ljós-, ljóð- og luftdálkan, um  at seta seg í samband við felagið.

Stillar tú upp til kommunuvalið, hevur heimafrið sum hjartamál og vilt tú finna loysnir, soleiðis at borgarar kunnu fáa frið frá ljós-, ljóð- og luftdálkan, so vilja vit hjálpa tær og lata teg í til uppgávuna!

Vit vita at málið er komplekst og nógvir spurningar eru hesum viðvíkjandi. Vit hava tí sett okkum fyri at hjálpa flokkum, listum og valevnum.

Ljóðdálkanin frá skipsmotorum er vorðin ein samfelagstrupulleiki, sum gongur út yvir trivnaðin, heilsuna og umhvørvið. Hetta málið má og skal loysast.

Umhvørvið hevur týdning fyri okkara heilsu. Gransking vísir, at ljóðdálkan ávirkar okkara likam negativt og kann føra til blóðpropp, heilabløðing, diabetes og strongd. Londini rundanum okkum hava viðurkent vandan og hava sett tiltøk í verk fyri at koma hesum vanda til lívs, men Føroyar eru langt aftanfyri og liggja í lóg- og regluloysi á hesum økinum.

Kommunurnar sita við lyklinum til loysnina!

Við hesum tíðindaskrivi vendir Heimafriður sær til tann modernaða politikaran, sum hugsar um umhvørvið og vil seta trivnaðinum hjá borgararunum fremst.

Ynskir tú vegleiðing og ráðgeving frá Heimafriði í sambandi við títt valstríð, ert tú vælkomin at venda tær til Heimafrið á heimafridur@gmail.com ella á Facebooksíðu okkara https://www.facebook.com/heimafridur.