Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vann í tøttum dysti

Jóhann Lützen

Landskappingin í Mestaradeildini hjá monnum fór av bakkastokki ígjárkvølið. ÍF kom á vitjan og teir trýstu Mjølnir allan vegin. Mjølnir vann 3-2

Mjølnir løgdu betur út í fyrsta setti og vunnu ruddiliga. Men næstu tvey settini vann ÍF, serliga tað triðja varð vunnið greitt, so trýst kom á okkara menn. 

Men Mjølnir megnaði at javnað til 2-2 í settum eftir sera tætt spæl. Í fimta og seinasta setti vóru okkara menn ruddiliga omaná. 

ÍF hevur ment seg nógv í mun til í fjør og serliga serbiski kanturin var eyðsýndur og fer at roynast teimum væl í ár. Hann slær væl og er lívligur á vøllinum. 

Hjá Mjølnir var Páll Heðin í Grund aftur at síggja á blokkinum og kom hann væl frá uppgávuni. Páll hevur haft skaða í knænum, ið hevur hildið hann burtur frá flogbóltinum í tvey ár. Cristian Imhoff úr Argentina leikti sínar fyrstu minuttir fyri Mjølnir og hann stóð seg væl. 

Ein fínur dystur tá hugsað verður um at hetta var fyrsti landskappingardysturin í ár. Spælið fer óivað at gerast meira flótandi, sum frálíður. 

Mjølnir – ÍF (3-2), settúrslitini vóru: 25-16, 25-27, 21-25, 29-27 og 15-7

Harleyfacadeacryl