Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tváttur reinsarí & vaskarí heintar og veitir nú í Norðoyggjum

tvattur.fo

Við einari nýggjari Heinta og veita tænastu kemur Tváttur reinsarí og vaskarí heim á tín bústað eftir og við tí, sum tú vilt hava reinsað ella vaskað. Tváttur koyrir allastaðni har landfast er av Hjalla. Týsdag heinta og veita tey í Suðurstreymoy, mikudag í Eysturoy og Norðoyggjum, og hósdag í Norðurstreymoy og Vágunum.

Endamálið er at kunna koma heim til viðskiftafólkini, tá ið sannlíkt er, at onkur er inni. Tí miða tey á Tvátti eftir at vera á tínum bústaði millum kl. 17 og 20. Tú bíleggur Heinta og veita tænastuna við at fylla eitt oyðublað á heimasíðuni tvattur.fo út. Tíðarfreistin fyri at bíleggja Heinta og veita tænastuna er kl. 12:00 sama dag, sum Tváttur koyrir út í tínum øki. Heinta og veita tænastan kostar 50,- kr., og verður hetta lagt omaná kostnaðin fyri reinsing og vasking.

Tváttur er eitt reinsarí og vaskarí, ið leigar út, reinsar og vaskar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar. Í viðtali við Norðlýsið siga tey á Tvátti, at tey átaka sær nærum allar uppgávur. Tað er bara at koma við tí, sum skal reinsast ella vaskast – og er tað ein serlig uppgáva, eru fólk vælkomin at spyrja seg fyri. Vit taka okkum m.a. av at reinsa/vaska jakkar, buksur, skjúrtur, termoklæði, dýnur, toppmadrassur og føroyska búnan, fyri at nevna nakrar uppgávur.

Harleywoodpaint