Um ikki nakað óvæntað kemur uppí, so vænti eg at vit eru klár at kunngerða valevnini í kvøld, sigur Svanhild Isaksen, forkvinna í valnevndini. Tey fara á fund nú seinnapartin.
Listarnir til býráðsvalið skuldu verða inni kl. 18.00 í gjár. Í stuttum skulu listarnir hava valevni og stillarar á. Síðani er tað valnevndin, sum eftirkannar at alt er sum tað skal verða.
Valnevndin fer á fund nú seinnapartin og vit hava fingið orðið á Svanhild Isaksen, forkvinnu.
– Vit fara á fund nú um eina løtu. Vit fara at m.a. kanna valbæri hjá teimum uppstillaðu og at allir stillararnir eru við og búgva í kommununi. Tað plagar ikki at verða nakað bein í, so eg vænti at vit eru klár at kunngerða valevnini í kvøld, sigur Svanhild Isaksen við Norðlýsið
Tað eru 6 listar innkomnir, ávíkavist listi A, B, C, D, E og F



