Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eldraøkið í Klaksvík

Jákup F N Mikkelsen

Nú býráðsvalið nærkast, eru vit nógv sum bjóða okkum fram til at taka eitt tørn í býráðnum. Eg havi fleiri hjartamál, sum eg brenni fyri og kundi hugsað mær at arbeitt fyri. Eg havi eina gamla mammu, sum er væl fyri og ger brúk av teimum tænastum, sum kommunan veitir eldri borgarunum. Tað er týdningarmikið fyri eina kommunu, at hon rúmar øllum sínum borgarum. Samansetingarmynstrið broytist alla tíðina, og vit fáa fleiri og fleiri eldri borgarar, tí vit liva longur og longur. Tað krevur, at vit tryggja okkara eldri borgarum ein góðan aldurdóm við góðari røkt, innihaldsríkum tiltøkum og góðum bústaðarmøguleikum.

 

Røktarheim

Í Klaksvík hava vit 5 røktarheim. Á teimum eru 73 røktarpláss og 8 umlættingarpláss. Framrokningar vísa at talið bara veksur tey næstu árini. Vit mugu skipa økið á besta hátt, so at tey eldru fáa eina trygga tilveru á teirra ellisárum. Vit skulu eisini syrgja fyri at starvsfólkini, sum eru um tey, hava góðar sømdir og umstøður at arbeiða undir. Tað er ikki ein sjálvfylgja at fólk sleppa á røktarheim í dag, hóast tey hava eitt ynski um tað. Eftirspurningurin er størri enn kapasiteturin og tað viðførir at fólk standa á bíðilista í langa tíð, áðrenn tey fáa fast pláss.

Vit noyðast at hugsa um eitt nýtt røktarheim í næstum og eg haldi at eldraráðið eigur at verða tikið við uppá ráð, áðrenn bygt verður, so at brúkarin eisini hevur eitt orð at siga.

 

Dagtilhald

Tað eru tvey dagtilhald í Klaksvík. Búðatrøð og Sóljan. Búðatrøð er í Heiminum við Vánna, meðan Sóljan er flutt í nýggj hølir úti á Stokksoyravegi. Mamma mín hevur sína dagligu gongd í Sóljuni, so tí kenni eg meira til umstøðurnar har. Har er sera hugnaligt og tað sýnist sum bæði starvsfólk og vitjandi eru glað fyri nýggju hølini. Í hølunum er pláss fyri 20 fólkum ísenn. Starvsfólkini hava gjørt ein bíðilista, tí at tað eru uml 50 eldri borgarar, sum vitja tilhaldið. Tilhaldið hevur opið 4 dagar um vikuna. Fyri at øll skulu sleppa framat, so verða starvsfólkini noydd at býta vikuna upp. Tað ger at nøkur fólk einans eru 2 ferð um vikuna, ístaðin fyri 4 ferð. Fólkini sum gera brúk av Dagtilhaldinum, eru ymisk av aldri og tað er ójavnt, hvussu væl tey eru fyri. Nøkur eru knýtt at serflutningi, meðan onnur eru betri fyri og kunnu koma og fara sjálvi.

Vit eiga at hava fleiri pláss á tilhaldinum. Kommunan eigur at veita onnur hølir til tey sum eru frísk og sjálvhjálpin, so at øll kunnu hava eitt gott tilboð, sum kann hýsa teimum allar dagligdagar. Hetta fer at viðføra, at øll kunnu hava eitt tilboð 4 – 5 dagar um vikuna.

Vit skulu halda fast í tilboðunum við dagtilhaldinum og breiðka um tey. Tað er ein sjálvsagdur rættur hjá okkara eldru, at vit taka okkum væl av teimum og geva teimum ein góðan og innihaldsríkan dagligdag.

Hesum fara eg at arbeiða fyri, um eg verði valdur inn í býráði 10. november. X við Jákup F N MIkkelsen