Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kommunalt oyðsl

Karl Johansen

Í Norðlýsinum, sum borið varð í hvørt hús í kommununi seinasta fríggjadag var long grein við okkara býráðsformanni, har hann rósti núverandi býráði fyri og eg endurgevi: ”okkara neyva fíggjarstýring tryggjar framburðin í Klaksvík”.

Eri als ikki samdur í útsøgnini hjá býráðsformanninum. Sambært roknskapinum hjá Klaksvíkar kommunu, sum liggur alment frammi á heimasíðuni hjá kommununi, síggja vit, at  fyri árið 2016, tá núverandi býráð tók við, var skuldin hjá Klaksvíkar kommunu við árslok sama ár samlað 150 míó. kr. deilt upp í 130 mió. kr. langfreistað skuld og 20 mió. kr. stuttfreistað skuld. 

Við árslok 2019 var skuldin sambært roknskapinum hjá kommununi slakar 190 mió. kr.  ella ein øking upp á 40 mió. kr. yvir 3 ár. Uppdeilingin er góðar 157 mió. kr. langfreistað skuld og slakar 32 mió. kr. stuttfreistað skuld.  

Hetta er alt hent í søguliga bestu tíðum í Føroyum, har skattainntøkan hevur verið søguliga góð. 

Um vit taka 2019 sum dømi, so var roknað við einari skattainntøku upp á 270 mió. kr., men tá avtornaði, komu 288 mió. kr. inn í komunukassan, ein meirinntøka upp á 18 mió. kr. So skuldi man trúð, at meirinntøkan varð nýtt til at niðurgjalda skuld ella at koma borgarunum til góðar við t.d. hækkaðum barnafrádrátti ella eini lækking av skattaprosentinum. Men har fara vit skeiv, tí tað hevur víst seg, at býráðslimirnir, allir sum ein, brúktu tað, sum fíggjarætlanin legði upp til, nevniliga 270 mió. kr., umframt meirinntøkuna uppá 18 mió. kr. og endaði við einum undirskoti upp á 27 mió. kr., sum gevur eitt kommunalt oysl uppá 45 milliónir. Sum hetta árið hevur gingið har pengar streyma út úr kommunukassanum er ikki vantandi, at støðan verður betri, men vantast kann, at skuldin ferð uppum 200 milliónir. Tað er vert at hava í huga, at hesar góðu tíðir neyvan standa við.  

So tá býráðsformaðurin í Norðlýsinum reypar sær av neyvari fíggjarstýring, so er tað sum at kasta torvmold í eyguni á fólki.  

Sambandsflokkurin hevur virðing fyri  tínum skattakrónum og tí er alneyðugt, at velja ein sterkan sambandsflokk í býráðið at steðga oyslinum. 

Karl Johansen  

Valevni á lista B