Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Smáu gerandisgleðirnar skapa trivnað

Frímund Hansen

Tey stóru tingini gera lívið møguligt at liva. Men tað eru tey smáu, sum gera tað vert at liva. Vit eiga sum kommuna at raðfesta trivnað sera høgt, og til tað krevst ofta heldur ikki tað stóra. Vit skulu bara hava føling við, hvat fær fólk at trívast, og síðani geva teimum møguleikar til útinna tað. Ítøkiliga ætli eg mær at arbeiða fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, ið hava neyst, ætlað at fáa sær neyst, seyðhús o.l., umframt at gera eina skjótibreyt og ein krokkvøll í Klaksvík.

Skrásetta metið fyri flestar skotnar harur á einum túri eigur ein veiðimaður í Klaksvíkar Kommunu, árnfirðingurin Jákup Hansen. Og hann liggur eisini á silvurplássinum, ið er 38 harur á einum túri í 2014. Í 2017 tók hann sítt egna met og skeyt 40 harur á einum einstøkum túri. Harurnar vórðu skotnar í Ognarhaganum og Berginum, ið er ein grannahagin til Ognarhagan. Somuleiðis eru góð hagtøl frá Skálatoftahaga, ið alt vitnar um eina sterka haruveiðumentan í Klaksvíkar Kommunu.

Men enn hevur kommunan ongan skjótivøll. Vit síggja aðrar kommunur spíla seg út, og grannakommunan fyri vestan, Eysturkommuna, hevur júst tikið ein spildurnýggjan skjótivøll í nýtslu, har fráfarandi borgarstjórin fyri fáum døgum síðani slapp at skjóta fyrsta skotið. Alt í samstarvi við lokala byrsufelagið Eysturskot. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at ein kommuna við so nógvari, ja, bókstaviliga metnógvari, haruveiðu eisini fær eina skjótibreyt til verandi og komandi harumenn (m/k) at venja og royna seg á.

Betri umstøður skulu eisini gerast til heimautróður, til teirra, ið hava neyst, og til teirra, ið hava seyð. Tilgongdin at lata neyst, fjós og seyðahús byggja skal vera smidligari, og kommunan skal fylgja hesum upp við m.a. góðum atkomuviðurskiftum. Forðingar skulu burturbeinast, um tær eru til hindurs fyri, at neysta-, fjósa- og/ella seyðahúsaeigarin fær innrættað sær húsið til ítriv, tilhald ella líknandi. At hvør einstakur sleppur at innrætta seg eftir egnum tørvi og ynski skal í so stóran mun sum møguligt gangast á møti.

Ein liður í at gera umstøðurnar betri fyri útróðurin hevði verið at betrað um havnarlagi úti á Oyri, so tað var gjørligt at havt bátar liggjandi við kaiina har, eins og útróðrarbátar skuldu kunnað lagt inn har og skift stamparnar út við egndar stampar og harvið spart 2 ella kanska 3 tímar av góðum fiskiskapi í Svínoyarhavinum og eystanfyri.

Halda vit okkum til frítíðarítrivini, so skulu umstøðurnar til at spæla krokk eisini betrast. Hóast ein við einum góðum vilja saktans kann laga seg til at spæla krokk í einum skúlagarði, so er tað avgjørt ikki nummar eitt, tí tá verður spælið sjálvsagt avmarkað til at vera uttanfyri tímatalvu skúlans, og skúlin hevur sjálvsagt altíð fyrsta rætt til garðin. Tá vit hugsa um, hvussu sterk siðvenjan at spæla krokk í Klaksvík er, er tað onki minni enn sjálvsagt, at ein krokkvøllur, sum er gjørdur til endamálið, verður gjørdur í Klaksvík.

Betri umstøður til frítíðarítriv eru millum tingini, ið eg fari at arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á kommunuvalinum 10. november.

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy