Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnudeild setast á stovn

Tummas Lervig

Kanska meira enn í øðrum kommunum er vinnulívið umráðandi í Klaksvíkar Kommunu. Kommunan má og skal syrgja fyri, at vinnan, bæði á sjógvi og á landi, trívist í kommununi. Hetta kann best røkkast við at seta á stovn eina útatvenda Vinnudeild, ið skal taka sær av at samskifta við og lurta eftir vinnulívinum í kommununi.

Tað er ongin loyna, at vinnulívið í Klaksvík ikki bara leggur nógvar pengar eftir seg í kommunukassarnar. Vinnan syrgir eisini fyri, at arbeiði er til allar hendur í kommununi, og tað til eina breiða viftu av førleikum. Og umframt tað beinleiðis virksemið skapar vinnan eisini heilt nógv avleitt virksemi, ið so aftur skapar ringvirkningar.

Tað var vinnulívið, ið menti Klaksvíkina frá at vera fýra smáar landbúnaðarbygdir til at vera ein blómandi fiskivinnuhøvuðsstaður. Ta fyrstu tíðina stóð vinnan fyri nærum øllum sjálv, bæði havnarløgum, fiskastykkjum, vegagerð, flutningi og vit kundu blivið við. Sama fyritøka var eisini ofta við í fleiri ymiskum vinnugreinum. Soleiðis var mynstrið tá, og vinnulívsmenninir, ið gingu undan, vóru ofta túsundkunstnarar, ið høvdu nógvar bóltar á lofti samstundis.

Í dag eru tíðirnar øðrvísi, og hvør einstøk vinnufyritøka roynir nú at spesialisera seg innanfyri sítt øki. Og úrslitini av tí í kommununi hava eisini verið framúr. Fyritøkur í Klaksvík eru ofta tær fremstu í landinum innanfyri síni øki. Og tað setir sanniliga eisini krøv til kommununa, tí nú er tað hon, ið skal tryggja, at karmarnir at reka vinnu eru optimalir. Reiðarí skulu t.d. ikki út at byggja havnarløg hvør í sínum lagi, men gera tað, tey duga best, og so skal kommunan taka sær av kørmunum.

Til tess at kunna samskifta við vinnulívið á bestan hátt er ætlanin at seta á stovn eina Vinnudeild, ið kann sparra við vinnulívið við støði í tørvinum hjá fyritøkunum í kommununum. Ein tílík Vinnudeild skal verða mannað við professionellum fakfólki á sínum øki, ið bæði kunnu ráðgeva og leiðbeina vinnuni, og sum eisini skulu lurta aktivt eftir tørvinum hjá fyritøkunum og miðla hetta víðari til kommunala myndugleikan.

Hugsanin aftanfyri hesa Vinnudeildina er, at vinnulívið í Klaksvíkar Kommunu skal hava eitt stað at venda sær til, har vinnan kann gera vart við sín tørv, spyrja seg fyri um ivamál, og annars vera bindilið millum vinnu og kommunu við tvívegis samskifti. Vinnudeildin skal vera amboðið hjá vinnuni í økinum til at røkka teimum málum og fremja tær ábøtur, sum eru neyðugar fyri, at vinnulívið í Klaksvík framhaldandi kann vera fremst í landinum í øllum lutum.

Tí júst sum vinnan er vorðin alsamt meira spesialiserað, so krevst eisini at kommunali sparringspartnarin hjá vinnulívinum somuleiðis er spesialiseraður og hevur servitan innanfyri vinnuvirksemi. Neyðugt er við tíðarhóskandi málsviðgerð, har málsviðgerðin er væl inni í øllum viðurskiftum, ið hava við vinnulívið at gera, og sum ikki skal brúka tíðina og orkuna aðrastaðni eisini.

Set X við Javnaðarflokkin tann 10. november, og vit fara at seta tørvin hjá vinnulívinum í Klaksvík í hásætið.