Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Okkurt til ungdómin

Atli S. Justinussen

Nógv er gjørt, seinastu árini, fyri at betra um trivnaðin í kommununi. Vit hava bygt barnagarðar, nýggjar skúlar og húsið er eisini komið. Alt gott um tað. Men ein bólkur er lopin um. Tey sum eru 18 ár og eldri. Nøkur hava sjálvandi støð at nýta sína frítíð í, tí at samkomurnar í býnum gera eitt stórt arbeiði.

Men nógv, sakna eitt dansistað.

Um tað er uppgávan hjá kommununi at dríva biograf. Er tað so ikki eisini uppgávan, at skapa karmar um eitt dansistað. Um eingin privatur megnar at skapa rammurnar, innan stutta tíð, so kundi kommunan skapt rammurnar og so leigað tær út til onkran privatan at reka.

Orsøkin til at eg skrivi um hetta, er tí sum nú er, fer ein stórur partur av ungdóminum úr Klaksvík til høvuðsstaðin á náttartíð.

Tí hava nógv foreldur svønleysar nætur av hesum. Tí man er ikki heilt tryggur við, at hópin av okkara ungdómi, fer av oynni á náttartíð.

Tí skuldu vit sett ein bólk, samansettan av ungum fólki, at komið við einum útspæli, um hvussu vit loysa trupuleikar til tey ungu her í Klaksvíksøkinum.

Tað verður satsað nógv uppá at fáa fólk til kommununa, við at skipa fyri tiltøkum uttanlanda. Men hvat við teimum, sum eru her. Tey eru sanniliga eitt tilfeingi og tey ERU her. Tískil er umráðandi at syrgja fyri, at tey ikki flyta ov skjótt frá.

X Atli S. Justinussen 10.nov.