Nú eru kjallaraveggurin og berandi betongveggir í honum liðugt stoyptir. Betongdekk er lagt á, sum samstundis er gólvið í stóra salinum.
Málið var at koma upp úr lendinum fyri veturin, og er tað nú nátt! Størsti parturin av ífylluni kring húsið ella kjallaran er longu gjørt.
Nú skulu stórir berandi stáldragarar leggjast, so síðsti parturin av betondekkinum niðan móti Klaksvíksvegi kann verða lagt á.
Síðani verða veggirnir kring miðhæddina – ella stóra salin, gjørdir.
Tað má sigast at hava gingið væl, tí sambært avtalaðu tíðaætlanini, er Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari, eina viku frammanfyri tíðarætlanina.
So tað blíðkar fyri hugaðum monnum, sum tikið verður til!















