Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur koyrandi eftir Garðavegnum

klaksvik.fo

Ábøtur eru gjørdar á Garðavegnum og nú er aftur koyrandi, hóast arbeiðið, sum er í gongd, ikki er heilt liðugt enn. Undirlagið á Garðavegnum er skift og eitt lag av asfalt er lagt á.

Ymiskt arbeiði er enn eftir, eitt nú skal eitt lag av asfalti leggjast afturat, umframt at kantsteinar og gongubreyt eisini verður gjørd í niðaru síðu á vegnum.