Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein slóð inn í framtíðina

Annika S. Biskopstø

Norðoyingar hava gingið undan á fleiri økjum og tað eiga vit framhaldandi at gera, bæði hvat vinnulívi og mentan viðvíkur. Men ynskja vit at skapa eina bjarta framtíð fyri komandi ættarlið, eiga umhvørvislig atlit eisini at hugsast inn í framtíðar verkætlanir.

Sjálv ynski eg at vera tann grøna røddin í Klaksvíkar Býráði. Bæði í tí stóra og í tí smáa.   

Sum vaksin mugu vit vera góðar fyrimyndir hjá okkara børnum.  Ein reinur og ruddiligur býur er fortreytin fyri trivnaðin. Kommunan varðar av, hvussu væl hildnir vegir og brekkur eru, um virkir, fyritøkur og vanligir borgarar dálka ella sýna líkasæli, hvat burturkasti viðvíkur og hvussu tað er við grønum fríøkjum og vøkrum dámligum støðum, har fólk kunnu njóta friðin og ta føgru náttúru, sum nógvastaðni er.   

Men umhvørvið snýr seg um meiri enn prýðiligheit. Vit liva í einum heimi, har vit mugu taka veðurlagsbroytingarnar í álvara og gera munagóð átøk skjótast gjørligt. Gleðiligt er, at Klaksvíkar Býráð hevur tikið nøkur tøk tann rætta vegin. Nevnast kann átakið saman við IRF um endurnýtslu av matleivdum, og tann sjóhitaskipan, ið hevur riggað í eina tíð. Sjálv havi eg verið so heppin, at verið partur av Slóða fyri, har vit vegna kommununa hava arbeitt við at seta umhvørvið á breddan. Eg meti tó, at hetta bert er byrjanin, og at vit eiga at gera eina rúgvu aftrat.

Sum kommuna eiga vit at slóða fyri…

–        At tað er trygt og lætt at ferðast til gongu ella á súkklu

–        At bjóða vistfrøðiligan mat á skúlum og stovnum

–        At víðka um sjóhitaskipanina, so fleiri sleppa uppí

–        At lætta um framleiðsluna av lokalum matvørum  

–        At føroysk sølutorg gerst gerandiskostur

–        At endurnýtsla gerst eitt nátúrligt val

–        At vit raðfesta burðardyggar byggiverkætlanir

–        At velja varandi orkukeldur fram um oljuna

–        At minka um koyringina og økja um kropsligu rørsluna

–        Fleiri ruskspannir, eisini í eygnahædd hjá børnum.

Eg eri tilvitað um, at tað skal ein hugburðsbroyting og nýggir vanar til, og tískil haldi eg at vit sum kommuna eiga at ganga á odda við umhvørvismálum og gera tað lættari fyri okkara borgarar at raðfesta grønar loysnir í gerandisdegnum. Hesum vil eg virka fyri.

Harleywoodpaint