Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Jóhann Lützen

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, undirskrivaðu klokkan 15.30 í dag ein nýggjan sáttmála millum partarnar. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.

Fyri Fíggjarmálaráðið hevði tað sera stóra týdning, at nýggi sáttmálin kundi haldast innan fyri ásetta lønarkarmin á 5,8 prosent. Longdin á sáttmálanum, trý ár og tríggir mánaðir, vísti seg at vera ein háttur loysa verkfalsstøðuna.

Lønarhækkingarnar í nýggja sáttmalanum eru innan fyri karmin, samstundis sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingu nøkur av sínum krøvum ígjøgnum.

Fíggjarmálaráðið