Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ársins jólaligasta bók 

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Ársins jólaligasta bók fer í dag út í bókhandlarnar kring landið. Mín jólabók 2020 er sum vant á tremur við góðum søgum og vøkrum myndum eftir føroyskar høvundar og myndprýðarar. Hesa ferð hava seks listafólk – Sissal Kristiansen, Rakel Helmsdal, Óluva Johannessen, Joel Cole, Ranvá Knudsen og Fríði Patursson –  gjørt spennandi ítriv, sum familjan kann gera í felag. Lena Nicolajsen hevur gjørt vøkru permuna á bókini í ár. Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt.

Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.