Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yrking: Nólsoyar Páll

Alexandur Kristiansen

 

 

Nólsoyar Páll

stendur niðri í Vágsbotni

lurtar alspentur

so sker hann í eitt gallróp

og loypir hvøkk á alla Havnina

so mest sum alt

frystir

 

morgunin eftir

standa mýtologiskir tjóðveldismenn

og klóra sær í nakkanum

meðan teir útinna

síni árligu heimastýris ritual

fyri gánandi

turistum

 

tá brádliga

fer hann at kvøða

Fuglakvæðið

og tikið verður undir

umborð á verjuskipinum

sum í somu løtu

stevnir inn um molan

meðan dannebrog verður

vundið á stong

 

og sjey skot

svara aftur og sleingjast

sum dukkufretar

millum húsaveggirnar

 

Nólsoyar Páll

liggur nú í einum pakkhúsi

og lurtar alspentur

 

so kvaklast hann við

tá hann kennir tann herliga

luktin av sandkaku

norðan úr myrkrinum

frá Føroya húsarhaldsskúla

í nasunum

 

 

i´ll be back

Archibald Black

mutlar hann

áðrenn hann

sovnar.

 

             66