Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betri Stuðulsgrunnurin letur peningagávur til vælgerandi endamál

Betri, Stuðulsgrunnurin

Betri Stuðulsgrunnurin letur peningagávur til vælgerandi endamál, og onnur, sum onkursvegna gera jólini betri fyri síni medmenniskju.

 

Betri Stuðulsgrunnurin hevur sum endamál at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta verður staðfest  í felagsins CSR-politikki. Stuðul verður latin har hann er skaðafyribyrgjandi, har hann er sjúkufyribyrgjandi og har stuðulin er tryggleikaskapandi. Betri er stór fyritøka í Føroyum, og hevur ábyrgd at veita stuðul, øllum samfelagnum at gagni. Adventsgávurnar eru beinleiðis úrslit av hesari ábyrgd.

Í fjør vóru kr. 1.250.000,- latnar í adventsgávum, og aftur í ár verður adventskalendari á betristudul.fo.

Hvønn sunnudag í advent verður lúka latin upp, og her fæst at vita, hørjum verður latin stuðul. Og jólaaftan verður stór jólagáva latin.

Í gjár, 1. sunnudag í advent varð gáva latin: Heilbrigdið, ið fekk 150.000 krónur, City Meals, ið fekk 30.000 krónur og Herbergið, ið fekk 30.000 kr.