Meiri enn tvær vikur eru til jóla. At spáa um veðrið so langt fram hevur nógva og stóra óvissu við sær.
Men tað ber til at rokna seg fram til okkurt við verandi mátingum og upplýsingum – viðhvørt verður rakt rætt langt fram í tíðina.
Í stuttum kann sigast um veðrið hetta til jóla, at tað fer at líkjast nokkso nógv tí, sum er í dag – t.e. eitt sindur av lýggjum vindi úr ættunum ímillum eystan og sunnan, og hitin fer at liggja um 7 til 9 stig.
Løtur verða sjálvandi við eitt sindur meiri ella minni vindi, og løtur við regni fara at verða eisini. Nakrar dagar fyri jól fer ættin upp í landnyrðing – tó væntast ikki nakað serligt avfall teir báðar dagarnar – og so er aftur landsynningur.
Soleiðis sær út í dag – 15 dagar fyri jólaaftan.



